Nú skulu børn og ung tvingast til at fara í Rúsurnar kring landið.
Hetta verður avleiðingin av ætlanini hjá landsstýrismanninum í innlendismálum at gera tað lættari at sleppa av við tómar fløskur og tóm blikk.
Tað heldur Kommunusamskipan Føroya.
Nógvar tómar fløskur og nógv tóm blikk verða ikki latin inn aftur og ein orsøk til tað er, at tað er so torført at sleppa av við tað, tí nógvir handlar avmarka móttøkuna so nógv.
Nú er ætlanin, at tað skal bera til at sleppa av við allar tómar fløskur og øll tóm blikk í øllum handlum og at handlar skulu ikki longur kunna nokta at taka ímóti ávísum sløgum, bara tí teir ikki selja hetta ávísa slagið sjálvir.
Ætlanin hevur verið til hoyringar hjá Kommunusamskipan Føroya, har tey fegnast um ætlanina.
- Fyri kommunurnar er tað av stórum týdningi, at íløt ikki enda sum burturkast hjá brennistøðum, ella enda við at sløðast í náttúruni, sigur felagið.
Men í Kommunusamskipan Føroya eru tey ikki fegin um, at ætlanin er at skipa tað soleiðis, at sølubúðir, sum ikki hava fløskuautomat, skulu kunna nokta at taka ímóti fleiri enn 30 fløskum og blikkum hvørja ferð.
Hetta kann verða óheppið, tí í fleiri økjum í landinum er bert maskinmóttøka í Rúsuni, staðfestir Kommunusamskipan Føroya.
Felagið vísir á, at oftani er talan um, at børn og ung savna fløskur inn til eitthvørt endamál, eitt nú námsferðir.
- At noyða hesi í rúsuna fyri at sleppa av við innsavnaðar fløskur og íløt, kann tykjast eitt sindur ivingarsamt, heldur Kommunusamskipan Føroya.