Tvinnar útgávur í ár

Fyrr í ár kom ensktmælta plátan Bridges, og í løtuni verður síðsta hond løgd á føroysktmæltu systraplátuna Slør hjá Eivør.

Stund er at gleða seg til meira nýggjan tónleik frá songkvinnuni og tónaskaldinum Eivør, tí 18. septembur kemur onnur Eivør útgávan í 2015. Fyrr í ár kom ensktmælta plátan Bridges, og í løtuni verður síðsta hond løgd á føroysktmæltu systraplátuna Slør. Tvær ymsar útgávur, ið tó eru vorðnar til í sama tíðarskeiði sum partar av somu sangskrivingartilgongd.

 

- Meðan eg skrivaði sangirnar, komu teir allatíðina til mín á tann hátt, at eg skrivaði ein enskan tekst og beint eftir kom ein føroyskur tekstur – eitt slag av spegilsmynd. Teir flestu sangirnir eru skrivaðir saman í pørum, sigur Eivør um tilgongdina handan pláturnar. Talan er altso bæði um tvey ymisk verk og um eitt savnað verk.

 

Eivør er sostatt í einum produktivum og kreativum tíðarskeiði, og hevur stóra viðgongd í millum annað Týsklandi, har hon hevur spælt yvir 50 konsertir í 2015 aleina. Í næstu viku fer hon við bólki á konsertferð í Danmark. Bridges og Slør eru ávikavist hennara níggjunda og tíggjunda plátuútgáva.