Tvørligari at fá minstavinning

Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum miðar í móti, at tað skal verða torførari at koma undir reglurnar um minstavinning hjá útróðrarmonnum, enn tað higartil hevur verið. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna sigur, at nú er gáttin so høg, at ilt er at sleppa innum

Verður tað, sum John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar, gerst tað torførari at verða útróðrarmaður í Føroyum.

»Vit kunnu ikki góðtaka, at lógin verður gjørd soleiðis, at helvtin av okkara limum verða útihýstir frá møguleikanum at fáa minstavinning,« sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen.

Fyrr hevur tað verið soleiðis, at fyri at koma undir regluna um minstavinning, skal ein bátur hava verið á útróðri 10 ferðir seinastu 90 dagarnar og hava avreitt í minsta lagi 15 kg. fyri hvønn mannin.

Eftir nýggja uppskotinum hjá John Petersen, verður reglan tann, at báturin skal hava avreitt fyri í minsta lagi 10.000 krónur fyri hvønn mannin um mánaðan, roknað út eftir undanfarnu seks mánaðunum. Soleiðis at skilja, at skal minstivinningur gjaldast út fyri december mánaða, verður hugt at, hvat vunnið er frá november og seks mánaðar aftur.

Nú er tað soleiðis, at óvæntaðir tvørleikar kunnu stinga seg upp. Og har er, eftir uppskotinum, møguligt at gera undantøk í hesi útrokning. Til dømis um talan er um sjúku ella maskinskaða. Men ikki, um eingin inntøka er orsakað av veðri. Tó ætlar landsstýrismaðurin, at slík undantøk bara kunnu gerast upp til tvær ferðir árliga.

Eisini sigur uppskotið, at fyri hvørja vunna krónu, ein útróðrarmaður fær, skulu 50 oyru takast av minstavinninginum.

Og her er talan um alt. Ikki bara inntøku av útróðri, men eisini, um maður arbeiðir sum til dømis vikarur, bilmekanikari ella taxaførari.

Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, sigur, at hatta uppskotið er eingin inntøkutrygd, hóast tað verður nevnt so.

Hann sigur, at Meginfelag Útróðrarmanna kann á ongan hátt góðtaka eina skipan, sum ger, at helvtin av limum felagsins ikki hava møguleika fyri vera í henni. Tí nú verður gáttin til minstavinningin so høg, sigur hann, at tað verður rættiliga torført at sleppa inn.

Chris Jan Michelsen vísir á, at tá talan nú verður um krónur, maðurin skal hava fiskað fyri, heldur enn vekt, verður gjørdur mannamunur.

Avreiðingarprísirnir eru ymiskir, alt eftir, hvussu nær tú ert eini uppboðssølu. Og munurin er so stórur, at tað kann henda, at ein vágamaður skal fiska eini 25 tons, áðrenn hann kann sleppa í skipanina, meðan ein toftamaður kann klára seg við 15 tonsum.

Tað tykist heilt greitt, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, at ætlanin við uppskotinum er at fáa helvtina av útróðrarmonnunum út úr skipanini.

Chris Jan Michelsen roknar við, at tað kann fara at verða ringt hjá onkrum at koma undir skipanina nú beinanvegin. Tí millum teir seks undanfarnu mánaðarnar eru bæði juli og august, tá menn spardu sær fiskidagar, áðrenn fiskiárið gekk út 31. august.

Tá Meginfelag Útróðrarmanna hevur fingið hendur á fullfíggjaða uppskotinum, verður tað sent limafeløgunum til ummælis. Síðan verður ein umboðsnevndarfundur hildin um uppskotið.

Annars sigur Chris Jan Michelsen, at limatalið hjá felagnum økist støðugt. Tað er meira enn tvífaldað síðan apríl mánaða, sigur hann.

Meginfelag Útróðrarmanna umboðar nú størru helvtina av føroysku útróðrarmonnunum og eitt veiðivirði, sum liggur umleið 80 milliónir krónur, sigur Chris Jan Michelsen.

Hann sigur, at til dømis eru feløgini í Norðuroyggjum, Eysturoynni og Sandoynni limir í Meginfelag Útróðrarmanna.

Hóast roynt hevur verið í fleiri dagar at fáa orð á John Petersen, landsstýrismann, hevur tað ikki borið til.