- Norðurlendskt samstarv er ein týdningarmikil partur av fakfelagsarbeiðnum.
Tað siga tey í Føroya Fiskimannafelag, sum í gjár og í dag hevur havt forkunnuga fakfelagsvitjan úr útlandinum.
Fyrr í mánaðinum var formaður felagsins, Jan Højgaard, á stórari ráðstevnu í Helsinki í Finnlandi. Tað er javnan, at ráðstevnur eru av slíkum slag, so felags áhugamál kunnu viðgerast.
- Í gjár og í dag hevur Føroya Fiskimannafelag havt vitjan av Christer Norfall frá Nordisk Transportare Federationen (NFT) úr Stokkhólmi, Karsten Kristensen og Ole Christensen frá 3F Transportgruppen úr Danmark.
Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag verður víst á, at útlendsku fakfelagsumboðini eisini hava havt fundir við onnur fakfeløg, umframt ein longri fund við Fiskimannafelagið um felags áhugamál.
Útlendsku gestirnir fara avstað aftur í dag.