Tyrlutænastan skal vera føroysk

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot um tyrluflúgving fyri Løgtingið. Dentur verður lagdur á, at tænastan verður røkt av føroyingum. Men kostnaðurin fyri tænastuna er ein samráðingarloysn millum Fiskimálastýrið og Atlantsflog

Tyrluflúgving


Í samband við tilbúgvingarætlan skal tyrlutænastan byggjast út. Men tænastan verður ikki boðin út. Sambært lógaruppskotinum, landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið, skal Atlantsflog røkja tænastuna.

Í uppskoti um tyrluflúgving, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, legði fyri tingið annan november, verður beinleiðis nevnt, at P/F Atlantic Airways skal røkja hesa flúgving komandi 10 árini. Sostatt eru øll onnnur feløg, sum kundu hugsað sær at boðið upp á tænastuna, útistongd hesa tíðina, um uppskotið verður samtykt, sum tað er lagt fram.

Kostnaðin fyri raksturin av tyrluni hava Fiskimálastýrið og Atlantsflog samrátt seg fram til, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Landskassin skal gjalda Atlantsflogi hálvtannaðhundrað milliónir fyri hesa flúgving. 10 milliónir eru settar av í ár, og komandi 10 árini er ætlanin at seta 14 milliónir krónur av árliga. Hendan upphæddan skal tó kunna javnast, alt eftir, hvussu útreiðslurnar og inntøkurnar av tyrlutænastuni verða. Til at røkja tænastuna verður ein nýggj tyrla keypt fyri 6,6 milliónir dollarar. Jørgen Niclasen sigur, at eingir almennir pengar eru brúktir til hetta keypið. Tað hevur Atlantsflog sjálvt klárað, sigur hann.

Men hann avvísir ikki, at tað almenna Atlantsflog hevur fingið fígging úr tí almenna íløgugrunninum.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrismanninum fevnir tyrluflúgvingin um leiting á sjógvi og landi. Eftirlitsflúgving fyri Fiskiveiðieftirlitið, sjúkraflutning og bráðfeingis flúgving, har tørvur er á skjótari hjálp.

Málið er beint í Vinnunenvndina, sum hevur kannað eftir, um aðrir møguleikar eru fyri hesi tænastuni. Sum Sosialurin skilir, hevur Vinnunevndin havt samband aðrar vegir enn til Atlantsflog fyri at hava okkurt at sammeta við. Og ikki allir vinnunevndarlimirnir eru eins nøgdir við uppskotið hjá landsstýrismanninum eftir viðgerðini í Løgtinginum at døma.

Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur læst seg fastan í, at Atlantsflog skal røkja tænastuna. Hann grundgevir sína støðu við, at hann vil byggja eina tænastu upp í Føroyum, sum føroyingar eru førir fyri at røkja. Og tað klára vit ikki, um vit bjóða út til aðrar, sigur hann. Tá hendir bara tað, at tænastan fer á útlendskar hendur, og peningurin, sum gjaldast skal fyri tænastuna, fer av landinum.

Við hesum váttar Jørgen Niclasen í grundini, at her gongur nationalur stoltleiki fram um trygdina, sigur ein kelda, Sosialurin hevur tosað við. Keldan vil vera við, at landsstýrismaðurin er óseriøsur í sínum arbeiðshátti, tá hann læsir seg fastan í eitt felag, sum beinleiðis verður nevnt í lógartekstinum, og harvið útilokar øll onnur feløg.

Men tað er ikki, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Hann váttar, at hann hevur gjørt av, at tað skal vera Atlantsflog, sum skal hava tyrluflúgvingina við áður nevndu grundgevingum.

-Tí hevði tað verið óseriøst at farið út at spurt aðrar um prís, tá vit kortini fóru at lata Atlantsflog reka tænastuna.

Varð spurt aðrastaðni, metir landsstýrismaðurin, at hann hevði verið noyddur at tikið av lægsta tilboðnum, sum hann avgjørt metir hevði verið útlendskt.

Spurdur um tað ikki eisini er óseriøst at gera av, at eitt ávíst felag skal hava tænastuna, uttan at hugsa um prísin, sigur Jørgen Niclasen, at soleiðis hongur tað als ikki saman.

Tá hildið verður fram, at vanligt er aðrastaðni í slíkum førum, at raðfest verður soleiðis, at trygdin kemur fyrst, síðan fíggjarspurningar og at enda nationalitetur, meðan føroyingar tykjast arbeiða í øvugtari raðfylgu, svarar landsstýrismaðurin bara, at tað er tvætl.

Men útgreiningin av kostnaðinum tykist kortini eitt sindur torskyld. Landsstýrismaðurin kundi ikki leggja fram eina neyva kostnaðarætlan fyri tænastuna, men segði tølini, sett eru í lógartekstin, vera komin fram eftir samráðingar millum Fiskimálastýrið og Atlantsflog.

-Og hetta er avgjørt tað lægsta talið, vit kundu koma til.

Framvegis undrast blaðmaðurin á, hví tænastan eftir góðum borgarligum siði ikki er boðin út. Landsstýrismaðurin tekur upp aftur, at avgjørt var, at tænastan skuldi vera føroysk. Hann hevði kannað, hvussu gjørt varð í londum rundan um okkum. Og tað vísir seg í øllum grannalondum okkara, at tá talan er um leiting og bjargingartænastur, eru tær allar nationalar, meðan aðrar tænastur, sum eitt nú flúgving í samband við oljuvinnu, verða bodnar út.

Tyrlutænastan í Føroyum hevur verið ov ótrygg, sigur Jørgen Niclsasen, landsstýrismaður. Tí er neyðugt at keypa eina tyrlu aftrat, soleiðis at vit kunnu tryggja okkum, at altíð ein tyrla er til at taka, um brúk skuldi verið fyri tí.

At danska sjóverjutyrlan hevur verið til taks, metir hann ikki sum nóg góða trygd. Heldur ikki, at ríkisumboðsmaðurin í svari til løgtingsmann hevur sagt, at danska sjóverjan fer at halda fram við tyrlutænastuni sum higartil.

Danska tyrlan hevur ikki verið nóg álítandi, sigur Jørgen Niclasen. Tað hevur verið ov ofta at frætt, at danir skulu spara, og so eru tyrlumanningarnar skerdar.

Esini sigur Jørgen Niclasen, at tað krevur nakað heilt serligt at flúgva tyrlu í føroyskum loftrúmi. Serligur lokalkunnleiki skal til, sum hann bara metir, at føroyingar hava. Spurdur um tað ikki bara er ein spurningur um venjing, sum eisini útlendingar kunnu koma eftir, vísir hann bara spurninginum frá sær.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður heldur tað ikki vera so løgið, at nýggja tyrlan skal vera næstan tríggjar ferðir so dýr at reka, sum tann gamla. Hendan nýggja er nógv betri útgjørd, og kostnaðurin upp á 6,6 milliónir dollarar skal eisini forrentast. Tað skal millum annað avtalan við Fiskimálastýrið gera. Men tað stendur í lógartekstinum, at hendan upphædd kann regulerast alt eftir inntøkum ella útreiðslum hjá Atlantsflog.

Hinvegin hevur Fiskimálastýrið treytað sær, at serskildur tyrluroknskapur skal verða førdur fyri nýggju tyrluna. Tað verður ikki gjørt fyri ta gomlu. Atlantsflog fær fimm milliónir krónur árliga á fíggjarlógini til rakstur av tyrlutænastuni kring oyggjarnar. Men tað málið liggur undir Vinnumálastýrinum, og tað kann Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum ikki taka sær av. At hann hevur lagt umrødda lógaruppskot fram, kemst av, at nýggja tyrlan skal brúkast sum leitingar- og bjarlingartyrla eins og eftirlitstyrla hjá Fiskiveiðieftirlitinum.