Tyrluvanlukka í Turkalandi

Ein turkisk hernaðartyrla av slagnum Sikorsky datt í morgun niður nærhendis býnum Siirt, sum er í landssynningspartinum av Turkalandi. 17 hermenn vóru í tyrluni, og allit doyðu.

Turkiska herleiðslan sigur við fjølmiðlarnar, at tað er hugsandi, at tyrlan bar við ein klett ella okkurt annað í tí vánaliga veðrinum, sum var har á leiðini í morgun. Tyrlan var í ferð við at flyta hermenn til Pervari-landspartin, har samanbrestir hava verið millum turkiska stjórnarherin og kurdiskar uppreistrarmenn tríggjar teir seinastu dagarnar.

Samstundis frættist, at ein onnur tyrla hjá turkiska herinum er dottin niður í Diyarbakir-landspartinum. Orsøkin var, at hon bar við eina ellinju. Ein hermaður doyði, og sjey fingu skaða.