Týskland slapp við skrekkinum

HM 2022: Hóast bara eitt stig, so kann Týskland vinna seg víðari við sigri á Kosta Rika

Mynd: (Scanpix) Áleyparin hjá Týsklandi, Serge Gnabry, dysti við spanska Jordi Alba

Spenningurin er varðveittur í bólki E av tveimum orsøkum. Fyrsta tók Kosta Rika øll á bóli og vann 1-0 á Japan, og í kvøld megnaði Týsklandi at fáa útjavnandi málið móti Spania, so eisini teir kunnu koma víðari.

 

Japan – Kosta Rika 0-1 (0-0)

 

0-1 Keysher Fuller Spence, 81

 

Fótbóltur gevur ikki altíð meining. Japan vann í fyrsta umfari á Týsklandi, meðan Kosta Rika tapti 7-0 móti Spania. Í dag vann Kosta Rika 1-0 á Japan. Tað var enntá við fyrsta og einasta skotinum, sum Kosta Rika hevur havt á mál.

 

Tað er breið semja um, at Kosta Rika sannlíkt verður varpað úr HM-endaspælinum, tá teir møta Týsklandi í triðja og seinasta umfarinum í bólkaspælinum. Japan kundi við sigri havt tryggjað sær víðari luttøku, men við ósigrinum er Týskalnd við aftur.

 

Spania – Týskland 1-1 (0-0)

 

1-0 Alvaro Morata, 62

 

1-1 Niclas Fullkrug, 83

 

Við óvæntaða úrslitinum fyrr í dag, kundi Týskland tapa og framvegis koma víðari. Tað tók broddin av dystinum, sum endaði við javnleiki 1-1. Spania mundi hava nakað meir av skipaðum spæli og kom eisini á odda við máli frá Alvaro Morata.

 

Týsklandi sendi 29 ára gamla Niclas Fullkrug á vøllin. Áleyparin hjá Werder Bremen skoraði til 1-1 við góðum skoti. Hann hevur júst fingið debut á týska landsliðnum.

 

Støðan – Bólkur E:

 

1: Spania 4

 

2: Japan 3

 

3: Kosta Rika 3

 

4: Týskland 1

 

Mynd: (Scanpix) Áleyparin hjá Týsklandi, Serge Gnabry, dysti við spanska Jordi Alba