Føroysku U?16 dreingirnir vóru sera vónbrotnir mikukvøldið. Í Gemert, sum liggur einar fjøruti kilometrar uttanfyri Eindoven í Hollandi, taptu Føroyar fyrsta dystin í EM undankappingarumfarinum 1?0. Mótstøðulandið var Hvítarussland, og einasta málið kom, tá klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, sum er tvær ferðir fjøruti minuttir.
Hvítarussararnir myndaðu álop í vinstru, ein langur bólturin varð sendur tvørtur um, og úr brotsteigarma rkinum varð smekkað í handara stólpan og í málið. 1?0 til Hvítarussland, føroyingarnir góvu bóltin upp á miðjum vølli, og so bríkslaði dómarin fyri at dysturin var liðugur.
Væl skipaðir
Úrslitið boðar frá, at tíðin er farin, tá føroysk ungdómslandslið hvørja ferð eru kanónføði úti í stóru verð. Nú er málið at fáa mál og at vinna stig, men tað tykist ganga eitt sindur striltið.
Jógvan Marin Olsen hevur høvuðsábyrgdina fyri øllum teimum yngru landsliðunum. Hann er ferðaleiðari í Hollandi. Mattias Davidsen er venjari hjá u?16 dreingjunum. Hjálparvenjari hjá honum er Pætur Clementsen.
Mikukvøldið høvdu vit Jógvan Martin Olsen í telefonini:
? Okkara dreingir vóru væl skipaðir, og serliga í 1. hálvleiki vóru teir leikliga omaná. Teir spældu fótbólt og sparkaðu lítið. Tíverri vóru teir so óhepnir, at verjukrumptappurin, Rani D. Christiansen, longu í 7. minuttinum noyddist av vøllinum. Hann hevði fingið ein snudd í knæið, og tað er óvist, um hann verður við í teimum báðum dystunum, sum eru eftir.
Jógvan Martin greiðir frá, at føroyingar høvdu tveir stórar møguleikar at fáa mál. Miðskeiðis í 1. hálvleiki vóru tað Ingi Højsted og Jann Ingi Petersen, sum eftir miðásinum myndaðu eitt álop. Jann Ingi stakk bóltin til Bjarna Jørgensen, sum gjørdist blankur í brotsteiginum, men málverjin bjargaði.
? Longu tá seinna umfarið bara var tveir minuttir gamalt, tiltuskaði Bjarni Jørgensen sær ein góðan møguleika, sum ikki gav ta úrtøku, sum átti at komið burturúr. Bjarni sneiddi tríggjar av sær, áðrenn hann stakk bóltin ímillum beinini á aftasta manninum og gjørdist einsamallur við málverjanum. Tíverri fór bólturin við síðuna av málinum.
Jógvan Martin heldur, at mótstøðuliðið, sum var skipað eftir 4?4?2 spæliháttinum, hevði bóltin meiri í 2. hálvleiki. Teir spældu við longum sendingum, og teir løgdu nógvar bóltar innfyri málið, men teir vóru ikki serliga vandamiklir. Málleysi javnleikurin tóktist vera bjargaður, og so var tað, at stigið glapp føroyska liðnum av hondum.
Vertirnir eru á skránni
Føroyska liðið skal spæla aftur í kvøld. Tá verður Holland mótstøðuliðið. Dysturin verður spældur á einum staði, sum kallast FC Schijndel. Holland spældi mikukvøldið fyrsta dystin á sama staði, har Føroyar og Hvítarussland spældu. Mótstøðuliðið hjá Hollandi var Ísland. Úrslitið var 1?1, og tað vóru íslendingarnir sera fegnir um. Holland hevði stóra yvirvág í 1. hálvleiki, men teir megnaðu ikki at fáa mál burturúr møguleikunum. Í 2. hálvleiki var yvirvágin uppaftur størri, og tá fekk Holland eitt mál. Íslendingarnir vóru treiskir, og í yvirtíðini fingu teir lønina. Tá bríkslaði dómarin fyri brotssparki til Ísland, og so var úrslitið 1?1.
Føroyar skulu spæla ímóti Íslandi leygardagin.
Ímóti Hvítarusslandi sá liðið soleiðis út: Sámal Jóhan Samuelsen, EB/Streymur ? Rókur F. Jespersen, HB, Áki Petersen, ÍF, Rani D. Christiansen, HB (Marni Djurhuus, EB/Streymur, 7.), Aksel Petersen, B68 ? Hanus Eliasen, ÍF, Jann Ingi Petersen, liðformaður, B68, Ingi Højsted, B36, Rasmus Nolsøe, TB ? Mortan Johannesen, B36 (Magnus Skoralðíð, LÍF, 58.), Bjarni Jørgensen, HB (Andy Olsen, NSÍ, 75.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Annfinn í Bartalsstovu, GÍ, Bjarki Danielsen, NSÍ, Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur og Eli Thorsteinsson, HB.
Umframt venjaran, hjálparvenjaran og ferðaleiðaran eru í u?16 landsliðsferðalagnum Leif Egholm, sum er liðleiðari, og Fanny Kruse, sum er fysioterapeutur. Nógvir, sum liva av at selja og keypa fótbóltsspælarar, fylgja EM undankappingarbólkinum í Hollandi. Millum hesar er Jákup í Stórustovu.