U-17 fer at halda ólavsøku í Noregi

Føroyska U-17 landsliðið í fótbólti skal í næstu viku taka lut í NM, sum hesa ferð verður í Noregi.

Ólavsøkuaftan skulu Føroyar spæla ímóti Noregi, ólavsøkudag skulu Føroyar spæla ímóti Onglandi, og 31. juli verður mótstøðuliðið Danmark. 2. august verða finalurnar spældar.

Venjararnir, Pætur Clementsen og Áki Johansen, hava sent boð eftir hesum spælarunum:

Sverri Mohr Mortensen, René S. Joensen, Tróndur Jensen, Bárður Skorheim Guttesen, Ári M. Danielsen og Eirikur Oskarsson úr HB.

Ragnar Joensen, Rógvi Joensen og Brandur Suðuroy úr VB/TB.

Jákup Andrias Hansen og Allan J. Hansen úr EB/Streymi.

Ísak Simonsen og Petur Andreasen úr KÍ.

Ari Ó. Ellingsgaard úr ÍF.

Beinir Ellefsen úr AB.

Sámal Weihe úr SKÁLA.

Bogi R. Petersen úr Vejle BK.

Magnus Egilsson úr Odense BK.