U-landslið fara av landinum

Komandi vikurnar skulu U-18 landsliðini í hondbólti royna seg í altjóða kappingum

 

Hondbóltur


Tað eru EM-undankappingarnar fyri U-18 lið, sum eru á skránni, tá tveir føroyskir landsliðshópir fara avstað í næstum.

Kvinnurnar í hesum aldursbólki skulu til Ungarn, har tær umframt at spæla móti vertunum, eisini skulu dystast móti Slovakia og Makedonia. Altso tríggir dystir móti tjóðum, sum vanliga verða styrkismettar væl hægri enn Føroyar, men soleiðis er tað aloftast, tá okkara fara út at royna seg. Av hesum má tað tó serliga metast áhugavert, hvussu føroysku genturnar fara at royna seg móti Makedonia. Skal nakað stig fáast burturúr, verður tað helst móti lítlu tjóðini, men tað er kortini púra greitt, at um so skal verða, skulu okkara spæla upp til sítt allarbesta, og kanska nakað væl afturat.



Kvinnurnar skulu av stað 30. mei, men eina viku undan hesum, 23. mei, skal U-18 liðið hjá monnum avstað.

Hesir skulu til Rumenia, har dystir skulu spælast móti rumenum, Georgia og Moldova. Meðan útlitini móti Georgia og Rumenia ikki kunnu metast sum serliga góð, so verður tað sera áhugavert at síggja, um vit enn eina ferð kunnu síggja ein føroyskan sigur á Moldova. Tað var nevnliga úrslitið, tá U-16 undankapping varð hildin í Føroyum fyri trimum árum síðani, og spennandi verður at vita, um ein endurtøka av hesum er gjørlig.

Venjarar hjá kvinnunum eru Lotte Sørensen og Ann Hansen, meðan Svein Rógvi Nielsen og Hanus Jensen eru venjarar hjá monnunum. Hópirnir hja liðunum eru hesir:


U-18 kvinnur:

Fríða Petersen og Anita Kjærbo úr Kyndli. Selma Dahl, Sólvá Dam, Heidi Hansen, Rakul Augustinussen og Lív Sørensen úr Neistanum. Laila Jespersen úr VB. Tomma Petersen, Durita Kristoffersen, Barbara á Rógvu, Eyðritt Andreasen og Jóhanna Høgnesen úr VÍF.

U-18 menn:

Josef Abrahamsen, Sveinur Justinussen, Arnold Berg, Borgar Danielsen og Jørmund Joensen úr StÍF. Dia á Lava úr Kyndli. Helgi Justinussen, Levi Nybo, Ragnar Stakksund og Dan Thorleifsson úr Neistanum. Regin Petersen, Teitur Joensen og Kristian Madsen úr KÍF og Dánjal Kjærvo úr Stjørnuni.