U-landslið til NM

Bæði á kvinnu- og manssíðuni fara Føroyar at taka lut, tá kappast verður um NM-heitið í flogbólti fyri U-19 lið

Flogbóltur

Í døgum 4. ? 7. september verður kappast um Norðurlandameistaraheitið í flogbólti fyri U-19 lið.
Sum vant, so fara Føroyar eisini at hava umboð í hesi kapping, og hava bæði kvinnur og menn vant við fullari ferð til kappingina.
Upprunaliga vórðu tveir bruttohópir úttiknir, men nú farið verður til kappingina, er hetta skorið niður til tveir hópir á ávíkavist 12 og 10 leikarar.
Kappingin fer fram í svenska býnum, Falchoping, sum eisini verður nevndur háborgin hjá svenskum flogbólti. Tað er nevnliga her, at svenska flogbóltssambandið hevur skipað fyri einum serligum studentarskúla, har bert flogbóltsleikarar eru næmingar.
Bæði kvinnur og menn skulu leika fýra dystir hvør, og eru hesir móti Noreg, Svøríki, Danmark og Finnlandi. Sum skilst, so hava allir leikarar gjørt nógv við venjingina gjøgnum alt summarið, men tað hevur verið ein stórur trupulleiki, at dystarvenjing ikki er fingin.
Teir báðir landsliðshópirnir framganga aðrastaðni á síðuni.

Dómarar við
Føroyar skulu til kappingina eisini hava egnan dómara, og verða tað teir báðir, Jan Hentse og Tummas Óli Mortensen, sum hava fingið hesa uppgávuna. Jan hevur áður verið uttanlands í slíkum ørindum, og eitt nú var hann eisini dómari á Oyggjaleikunum í summar. Hjá Tummas Óla er talan hinvegin um fyrstu dómarauppgávuna uttanlands.