U16 flogbóltur: Bestu leikararnir í EM-kappingini

Tóta Búadóttir varð vald sum besti leikari hjá Føroyum

Um vikuskiftið hevur EM-kapping verið í flogbólti fyri U16 gentur. Eftir finaluna í gjárkvøldið millum Finnland og Danmark var hátíðarløta í Høllini á Hálsi, har heiðurslønir vóru handaðar til liðini og bestu leikararnar í kappingini.

 

Tað vóru Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, sum handaðu heiðurslønirnar. Venjararnir hjá øllum londunum atkvøddu um bestu leikararnar. Hevarin hjá SÍ, Tóta Búadóttir, varð vald sum besti leikari hjá Føroyum.

 

 

Hesar eru tær

 

Av teimum sjey heitunum fór Finnland avstað við fimm. 

 

Besti hevari: Joanna Kallinen, Finnland

Besti diagonalur: Neea-Maria Joki, Finnland

Besti miðbokkur: Ida Pollånen, Finnland

Besti kantáleypari: Caroline Stenholt Krogh, Danmark

Besti libero: Juulia Jappinen, Finnland

Besti føroyski leikarin: Tóta Búadóttir, Føroyar

Mest virðisfulli leikarin: Ella Korhonen, Finnland

 

 

Magnus helt røðu

 

Niðanfyri er ein partur av røðuni, sum Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, hevði í sambandi við handanina:

 

- Nú henda EM-kappingin er komin at enda, fara vit at heiðra londini, ið hava vunnið, og kjósa bestu leikarar. Áðrenn eg skifti yvir til enskt, skal eg nýta høvið til at takka øllum teimum, ið hava hjálpt okkum at skipa fyri. Her hugsi eg serliga um flogbóltsfeløgini, ið altíð standa við okkara lið, tá ið tiltøk av hesum slagi, skulu verða fyriskipað. Fíggjarliga er tað altjóða puljan innan ÍSF og stuðulin frá vertsbýi okkara Tórshavn saman við øðrum hollum stuðlum, sum gera slík tiltøk møgulig.