U17 dreingirnir í hálvfinaluni í NEVZA-kappingini

Flogbóltstíðindi

U17 dreingirnir skulu kl. 17 í dag spæla hálvfinalu ímóti Finnlandi í NEVZA-kappingini í flogbólti.


Hetta er greitt, eftir at Føroyar í morgun vunnu 3-0 á Danmark í ógvuliga spennandi dysti.


Føroyar vunnu fyrsta settið 27-25 og annað 29-27, áðrenn okkara dreingir gjørdu bart og vunnu triðja sett 25-18.