Eftir at hava tapt báðar dystirnar í bólkaspælinum, 0-3 ímóti Finnlandi og 1-3 ímóti Onglandi, vunnu føroysku U17-genturnar í morgun 3-1 á Íslandi í dystinum um fimta plássi. Føroyar-Ísland 3-1 (10-25, 25-11, 25-21, 26-24)
Byrjanin var einki serlig og Ísland vann fyrsta sett 25-10, men longu í øðrum setti var gongdin vend, og Føroyar smurdu Ísland av, 25-11. Í triðja setti fylgdust liðini allan vegin uppeftir, men í síðsta enda høvdu tær føroysku munin og vunnu 25-21.
Í fjórða setti kom aftur stígur í, tí Ísland var langt frammanfyri, tá Føroyar endiliga fingu vind í seglini. Annika Mikkelsen hevði 11 góðar servur á rað, og so vóru Føroyar brádliga við aftur og vunnu at enda settið 26-24 og dystin 3-1.
Hetta var kærkomin sigur hjá U17-landsliðkvinnunum, sum nú eftir døgurða fara at hyggja at finaluni millum Finnland og Svøríki. Føroyska ferðalagið fer tíðliga í morginári við toki úr Ikast, og so seinni í morgin liggur leiðin heimaftur til Føroya við flogfari.