U17: Fannhard Skoradal hevur tikið út fyrsta hópin

U17 gentulandsliðið skal kappast í EM-undankapping í Slovenia frá 10. til 19. mars

Petur Meinhard Magnussen, málmansvenjari hjá U19 gentunum, saman við fyribils venjaranum hjá U17 gentunum, Fannhardi Skoradal - Mynd: www.FSF.fo

FSF skrivar:

 

- Fyribils venjarin hjá U17 landsliðnum við gentum, Fannhard Skoradal hevur úttikið hópin, ið skal umboða Føroyar í EM undankappingini sum verður í Slovenia frá 10. til 19. mars

 

——————

 

– Avbjóðingin er stór, men hetta er eisini ein spennandi uppgáva, og vit fara avstað við góðum treysti. Tað sigur Fannhard Skoradal, ið er settur sum fyribils venjari hjá U17 landsliðnum við gentum.

 

Um smáar tríggjar vikur leggja U17 genturnar leiðini til Slovenia, har EM undankapping er á skránni frá 10. til 19. mars. Umframt Føroyar og Slovenia, eru Belgia og Aserbadjan eisini í bólkinum.

 

Saman við hjálparvenjaranum, Duritu Svensdóttir, hevur Fannhard Skoradal úttikið 18 spælarar til kappingina í Slovenia. Teirra millum eru Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen, sum spæla í FC Nordsjællandi, og Hanna Ellefsen, ið spælir fyri HB Køge í Danmark.

 

Hópurin:

Madi Elsipa Luisa Hansen, 07 Vestur

Ragnhild Magnusson, B36

Lilja Debess av Teigum, B36

Lilja Eiriksdóttir Højsted, B71

Naomi Hansen, FC Suðuroy

Elin Elmelund Hansen, HB

Aleksandra Zachariassen, KÍ

Erikka Sigurðsson, KÍ

Elisabeth Bjartalíð, KÍ

Emma Charlotta Knudsen, NSÍ

Anna Katrina Poulsen, Skála ÍF

Rakul Maria Rasmussen, Skála ÍF

Tóra við Gil, Víkingur

Lív Pálsdóttir, Víkingur

Sára Vang Justinussen, Víkingur

Kára Sigurðsson, FC Nordsjælland

Sara Benjaminsen, FC Nordsjælland

Hanna Ellefsen, HB Køge

 

Dystaskráin

12. mars Føroyar – Slovenia á Brezice Stadion

15. mars Belgia – Føroyar á Brezice Stadion

18. mars Aserbadjan – Føroyar á Matije Gubca Stadion

 

Petur Meinhard Magnussen, málmansvenjari hjá U19 gentunum, saman við fyribils venjaranum hjá U17 gentunum, Fannhardi Skoradal - Mynd: www.FSF.fo