Fyrr í dag spældi føroyska U17 landsliðið dyst móti íslendska U17 landsliðnum í opnu norðurlandakappingini, ið er í Danmark í hesum døgum.
Orri Steinn Óskarsson raseraði nærum einsamallur føroysku verjuna, og skoraði Orri Steinn Óskarsson ikki færri enn fimm mál, tá hann og íslendsku javnaldrarnir vunnu stórsigur 6-0 á Føroyum. Sætta málið skoraði Ísak Andri Sigurgeirsson.
Í steðginum var Ísland á odda 2-0.
Tað hevur ikki eydnast føroyska liðnum hvørki at fáa stig ella mál í opnu norðurlendsku kappingini hesaferð.
Áður hevur føroyska liðið í hesari opnu norðurlendsku kappingini tapt greitt 0-5 móti Noregi og 0-2 móti Norðurírlandi. Tó var leikliga avrikið góðkent móti norðurírum, har hepnið og neyvleikin manglaðu fyri at fáa sigur ella javnleik.
Føroyar endaðu aftast av teimum átta liðunum, ið tóku lut í kappingini.