Føroyska U17-landsliðið spældi í dag fyrsta dystin í undankapping í ligu B. Kappingin verður avgreidd á Malta.
Í fyrsta dystinum í bólkinum leiktu Føroyar í dag javnleik 0-0 móti Luksemborg. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini fekk Luksemborg ein leikara riknan av vøllinum, men tað eydnaðist ikki Føroyum at gagnnýta yvirtalið. Men fyrsta stigið er so komið til høldar.
Í sama bólki vann Bulgaria 3-0 á vertstjóðini, Malta.
Sunnudagin klokkan 13.30 spæla okkara móti Bulgaria.
Teir sum byrjaðu inni í dag:
1 Tróndur Sjúrðarson (M)
2 Silas Bjarnason Joensen
3 Jens Eiler Samsson
5 Rasmus Helgason
6 Eyðtór Eyðsteinsson Joensen
8 Djóni Sivertsen (L)
9 Páll Müller
11 Dánial Thuy Mørkøre
13 Dennis Anghel
15 Diktus Olsen
18 Høgni á Steig
Kelda: FSF