U18-dreingirnir kiksaðu í fyrstu royndini

Fótbóltur: U?18 landsliðið megnaði ikki at varðveita leiðsluna, sum teir eftir 1. hálvleik høvdu ímóti Albania

Tað hevur ikki verið roknað við tí heilt stóra, nú U?18 landsliðið er í Finnlandi og spælir í EM undankapping. Eitt er, at liðið undan fráferðini fleiri ferðir varð skert ? tað síðsta var at Jón Rói Jacobsen úr HB gav avboð, tí hann var skaddur ? og eitt annað er, at mótstøðulondini Ungarn og Finnland eru góð.

Lættasta mótstøðuliðið var tað, sum var á skránni mánadagin. Føroyska liðið kom ikki upp á pláss fyrrenn klokkan hálvgum tvey mánanáttina, men tað tóktist ikki bila í fyrra umfarinum ímóti Albania.

Albania hevði bóltin nógv meiri, men teir høvdu ikki nógvar málmøguleikar (í fyrra hálvleiki var Karstin Joensen í málinum bara eina ferð noyddur at strekjja seg í fula longd og bjarga).

Føroyingar høvdu hetta umfarið fleiri møguleikar, og eftir fýra minuttir fingu teir hol á. Pætur Dahl var fyrstur á flata innlegginum úr høgru. Klæmint Matras legði innfyri, eftir at Áki Mørk og Súni Olsen høvdu staðið fyri uppspælinum.

Seinni í 1. hálvleiki høvdu føroysku spælararnir onkran annan møguleika, t.d. eftir 19 minuttir tá málverjin ikki megnaði at halda skotroyndini frá Brynjolvi Nielsen og Ken Nónklett var um reppið at vera fyrstur á returinum, og tá Súni Olsen á hálva tímanum gjørdist púra blankur eftir framspæl frá Tór?Ingar Akselsen og Brynjolvi, men tíverri fór skotið skeivu megin stólpan.

Tveir minuttir eftir steðgin sendi Súni Olsen fríspark í stólpan og út, átta minuttir seinni var hann aftur leysur, men sendi við síðuna av, eftir at Hjalgrím Elttør hevði stungið hann leysan, og so gekk, sum tað plagar.


Trý mál ímóti sær

Albania skoraði eftir líltari løtu trý mál, og so kunnu vit endurtaka søguna um, at føroyingar vóru væl skipaðir, høvdu fleiri málmøguleikar, men í síðsta enda taptu!

Fyrsta málið kom tveir minuttir eftir seinna møguleikan hjá Súna Olsen. Langskotið kom úr 30 metrum, tað dúkkaði, og bólturin sat dygst undir tvørtrænum. Fimm minuttir seinni kom Albania á odda. Føroyska verjan tosaði ikki nóg væl saman, tá langur diagonalbóltur kom fram, og tað varð sektað. Seks minuttir seinni kom síðsta málið, og tað mátti málverjin taka á seg. Skotið úr sekstan metrum var forkølað, men alíkavæl fór bólturin inn undir málverjan, tá hann tveitti seg.

Tá tað restaði eitt korter sendi Súni Olsen fríspark úr 20 metrum og á tríkantssamankomingina, og so hendi ikki meiri.


Torført

Í dag er Ungarn á skránni hjá føroyingunum í Finnlandi, og fríggjadagin eru vertirnir mótstøðumenninir. Í fyrradagin vann Finnland, sum hevur eitt gott lið, 3?2 á Ungarn, eftir at tað í steðginum hevði staðið á jøvnum 1?1 og Finnland eina løtu hevði verið á odda 3?1.

Úr Finnlandi frætta vit, at ungverska liðið er kropsliga væl fyri.

Føroyska liðið ímóti Albania var hetta: Karstin Joensen, KÍ ? Áki Mørk, B36, Atli Gregersen, Randers Freja, Tór?Ingar Akselsen, SÍF (Bergur Djurhuus, NSÍ, 87.), Jack Johansen, MB ? Klæmint Matras, B36 (Vagnur Mohr Mortensen, HB, 65.), Hjalgrím Elttør, KÍ, Brynjolvur Nielsen, NSÍ, Ken Nónklett, NSÍ ? Pætur Dahl, HB (Runi Rasmussen, NSÍ, 88.), Súni Olsen, GÍ.

Føroysku spælararnir fingu tvey gul kort: Jack Johansen eftir 18 minuttir og Atli Gregersen eftir 43 minuttir.