U18 EM: Føroyar taptu tepurt fyri Kroatia

Føroyska U18 manslandsliðið skal nú spæla um fimtanda plássið, ið gevur atgongd til HM-endaspælið

Mynd: HSF

Føroyska U18 manslandsliðið í hondbólti tapti sera tepurt 27-28 fyri Kroatia í hálvfinaluni um rættin at spæla um trettandi plássið í EM-endaspælinum í Montenegro. Føroyar vóru á odda 15-14 í steðginum.

 

Føroyar skoraðu upp á 27 av 39 málroyndum. Kroatia skoraði upp á 28 av 39 málroyndum, og tað bleiv tann lítli og avgerandi munurin.

 

Í dag var tað Rúnar Hammer, ið gekk undan hjá Føroyum við at skjóta heili 12 mál. Jákup Egholm stóð seg eisini væl við sjey málum.

 

Føroyar skulu nú spæla ein alt avgerandi dyst um fimtanda plássið móti antin Kekkia ella Eysturríki. Vinnarin sleppur til U19 HM-endaspælið komandi summar, meðan taparin stendur eftir við svartaperi.

 

Málskjúttar: Rúnar Hammer 12/17, Jákup Egholm 7/9, Magnus Arason 4/5, Jón Midjord 2/2, Fríði Holm í Innistovu 1/1, Haraldur Karlsson 1/2.

 

Bjargingar:  Ingi Johannesen 6/27, Bjarni G. Jacobsen 2/9.

 

Mynd: HSF