U18 EM: Óli kappast við 16 ára gamlan italiumann á toppskoraralistanum

Óli Mittún hevur higartil skotið 50 mál í fýra dystum í EM-endaspælinum

Ein ógvuliga hugaligur EM-toppskoraralisti sæð við føroyskum eygum

Allar Hondbólts-Føroyar fegnast stórliga um enn eitt glæsiligt avrik hjá føroyska U18-manslandsliðnum, ið longu nú er staðfestur bólkavinnari í niðara millumspælinum í EM-endaspælinum í Montenegro. 

 

Føroyar vunnu í dag 29-24 (14-15) á Serbia, og sigurin merkir, at Føroyar skulu spæla um endastøðurnar millum nummar 9 og nummar 12. 

 

Føroyar hava sostatt longu vunnið seg í U19 HM-endaspælið í Kroatia komandi summar, og hevur eisini vunnið seg í U18-EM-endaspælið í 2024.

 

Men tað er eitt annað, ið er rættiliga spennandi at halda eyga við í HM-endaspælinum, og tað er toppskoraralistin.

 

Óli Mittún hevur skotið heili 50 mál í fýra teimum fyrstu dystunum, og hann liggur í løtuni fremst á toppskoraralistanum. 

 

Einasti leikari sum gevur Óla veruliga kapping við málskjótingini er bert 16 ára gamli italiumaðurin, Tommaso De Angelis, ið hevur skotið 37 mál higartil.

 

Á myndini omanfyri síggjast fýra teir fremstu EM-málskjúttarnir higartil í EM-endaspælinum. 

 

Ein ógvuliga hugaligur EM-toppskoraralisti sæð við føroyskum eygum