Føroyska U18-landsliðið spældi sín seinasta dyst í EM-kappingini í Georgia í dag.
Tað eydnaðist ikki Føroyum at spæla seg í hálvfinalurnar, og tí var møguleikin fyri einum EM-endaspæli burtur.
Men føroyingarnir vildu stríðast fyri einum heiðurligum 5. plássi, og tað var tað, ið dysturin móti Luksemburg snúði seg um í dag.
Har var eisini ein ávísur hevndarhugur í føroyska hópinum, tí í allarfyrsta dystinum í kappingini, taptu Føroyar fyri Luksemburg, eftir ein dyst har ein ikki sat við kensluni av at Luksemburg var betri.
Dysturin í dag byrjaði, eins og fyrsti dysturin, rættiliga javnt. Í fyrsta dystinum vóru tað seinastu 10 minuttirnir av fyrra hálvleiki at dysturin var taptur, men soleiðis skuldi ikki vera í dag.
Í dag vóru tað Føroyar, ið megnaðu at fáa hol á eftir at 22 minuttir vóru leiktir, og støðan gjørdist 10-8 til Føroyar. Munurin øktist enn meira eftir hetta, og hálvleiksstøðan gjørdist 16-11 til Føroyar.
Hetta ørkymlaði mótstøðuleikararnar, og stutt fyri hálvleik misti ein luksemburgskur leikara høvdið, tá ið hann fekk beinleiðis reytt kort fyri at ikki akta dómaran.
Hálvleikssteðgurin kom væl við hjá luksemburgsku leikarunum, tí teimum tørvaði at savna seg um at spæla hondbólt aftur.
Hetta tóktist at eydnast, tí Føroyar fingu ikki mál fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og Luksemburg kundi minka um niður í tvey mál.
Nærri kom Luksemburg tó ongantíð. Føroyska álopið fekk ferð á aftur, og Pauli Jacobsen í málinum stongdi dyrnar, so at munurin aftur øktist til fyrimuns fyri Føroyar.
Støðan gjørdist 18-14, 20-15, 23-17 og heilt upp í 32-20 tá ið 10 minuttir vóru eftir at leika.
Eingin ivi var um at sigurin var føroyskur, og teir leikararnir, ið høvdu fingið minstu spælitíðina í kappingini sluppu at vísa seg fram.
Endaliga úrslitið gjørdist 35-28 til Føroyar, ið harvið tóku fimta plássið í hesari EM-kappingini fyri tær tjóðir, ið ikki eru til EM-endaspælið.
Pauli Jacobsen var valdur til dagsins leikara.
Føroysku málskjúttarnir:
Pauli Mittún 7, Hákun av Teigum 6, Elias á Skipagøtu 5, Julian Kragesteen 5, Dánjal Ragnarsson 4, Sakaris A. Sakarisson 3, Heini á Heygum 2, Martin Danielsen 1, Høgni F. Gaard 1, Andri K. Hansen 1