U18-kvinnur komu í avbjóðandi bólk

Føroysku U18-kvinnur fingu eitt avbjóðandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk C saman við Danmark, Portugal og Eysturríki. Talan er um ein sterkan bólk, sum Føroyar er komið í. Til U17 EM í fjør gjørdist Danmark nr. 4, Portugal nr. 10 og Eysturríki nr. 14. Ovastu tvey liðini úr bólkinum koma víðari til millumrunduna, har liðini spæla um plássini 1-16, meðan niðaru tvey liðini spæla millumrundu og um plássini 17-32. Til millumrunduna verður føroyski bólkurin, bólkur C, paraður við bólk D.

 

Kappingin verður leikt í Skopje í Norðurmakedonia, dagarnar 30. juli – 10. august.

 

Fyrireikingarnar til HM byrja longu komandi vikuskiftið, tá føroyska liðið fer til Íslands, har tær skulu leika tveir venjingardystir móti Íslandi, sum eisini skal luttaka til HM. Ísland og Føroyar hittast leygardagin 4. og sunnudagin 5. juni í Kórinn í Kopavági, báðar dagarnar kl. 15.30 føroyska tíð.

 

Bólkarnir:

 

Bólkur A: Montenegro,  Svøríki, Algeria, Ísland

 

Bólkur B: Iran, Norðurmakedonia, Usbekistan, Senegal

 

Bólkur C: Danmark, Portugal, Eysturríki, Føroyar

 

Bólkur D: Kroatia, Kasakstan, Egyptaland, India

 

Bólkur E: Rumenia, Holland, Guinea, Slovenia

 

Bólkur F: Týskland, Sveis, Slovakia, Suðurkorea

 

Bólkur G: Noreg, Kekkia, Brasil, Uruguay

 

Bólkur H: Ungarn, Frakland, Argentina, Spania