U18-landsliðið við gentum úttikið

John Petersen hevur úttikið 18 spælarar, ið skulu umboða føroyska U18-landsliðið við gentum til UEFA menningarkapping í Estlandi

 

Í døgunum 3. til 9. apríl fer føroyska U18-landsliðið við gentum til menningarkapping í Tallinn í Estlandi, sum UEFA skipar fyri.

 

Umframt Føroyar og Estland, vera hini bæði baltisku londini, Lettland og Litava eisini við í kappingini.

 

John Petersen er landsliðsvenjari hjá U18-gentunum, og tær 18, ið venjarin, í samstarvi við hjálparvenjaranum, Ingun Hansen, hevur úttikið til kappingini í Tallinn í Estlandi, eru hesar:

 

Randi á Bergi, KÍ

Eyðgerð Mikkelsen, B68

Birita B. Nielsen, B68

Jónfríð Johannesen, B68

Masa Kallsberg, KÍ

Marjun á Lakjuni, KÍ

Tórunn H. Joensen, KÍ

Nadia Johannesen, 07 Vestur

Ninna Hansen, HB

Barbara M. Høgnesen, B36

Bjørg D. Djurhuus, ÍF/Víkingur

Tóra Mohr, KÍ

Hansina Ronaldsdóttir, B68

Erla Christiansen, KÍ

Lea Hansen, HB

Evy á Lakjuni, KÍ

Sarita Mittfoss, B36

Rebekka Banbakoura, HB

 

Skráin:

3. apríl/ferðing: Føroyar - Keypmannahavn (kl. 14:55)

3. apríl/ferðing: Keypmannahavn - Tallinn (kl. 20:55)

5. apríl: Føroyar - Litava

6. apríl: Lettland - Føroyar

8. apríl: Føroyar - Estland

9. apríl/ferðing: Tallinn - Keypmannahavn (kl. 07:05)

9. apríl/ferðing: Keypmannahavn - Føroyar (kl. 12:55)