U19-gentur:
Føroyar - Georgia 31-20
Føroyar skulu spæla um fimta plássið í W19-Championship kappingini í Litava. Tað gjørdist greitt, eftir at føroysku U19-genturnar vunnu greiðan sigur á Georgia við úrslitinum 31-20
Tað sást skjótt, at føroysku genturnar høvdu meira góðsku enn Georgia.
Tíðliga í seinna hálvleiki vóru Føroyar á odda við fýra málum, og spurningurin var um hetta fór at ganga sum ímóti Turkalandi, tá ið dysturin koppaði heilt á høvdið.
Men føroyingarnir lótu hetta ikki henda aftur. Mál komu av øllum plássum, og flest allir leikarar sloppu at royna seg.
Tá ið so Alda av Skarði fekk fatur í einum skoti fyri og einum eftir, fór munurin at økjast í hvørjum.
Tíðliga var greitt at føroysku genturnar fóru at vinna - spurningurin var bert við hvussu nógvum.
Tað endaði so 31-20 til Føroyar, ið nú skulu spæla um fimta plássi í kappingini í morgin.
Tað verður ímóti antin Norðurmakedónia ella Kosova, ið spæla seinni í dag.
Alda av Skarði varð vald dagsins leikari.
Málskjúttar koma seinni.