Føroysku U19-kvinnurnar vunnu enn ein tryggan sigur í Women’s Trophy-kappingini, sum hesa vikuna er í Tblisi í Georgia, tá tær í seinasta dystinum í bólkaspælinum vunnu 21-14 á Belgia, eftir hálvleiksleiðsluna 9-7.
Belgiska liðið fylgdi við ta fyrstu løtuna, og kom upp á 4-4, men so við og við settu tær føroysku seg á tað mesta av spælinum í einum annars heldur linligum fyrra hálvleiki, har langar løtur vóru uttan mál.
Eftir hálvleikssteðgin riggaði beinanvegin væl hjá Føroyum í bæði verju og álopi, tí fyrstu ellivu minuttirnar varð leiðslan økt upp í 15-7, áðrenn Belgia yvirhøvur fekk sítt fyrsta mál í seinna hálvleiki.
Sigurin var fyrst og fremst grundaður á gott verjuspæl og ikki minst gott spæl í málinum frá Anniku Fríðheim Petersen, ið fyri aðru ferð í trimum dystum varð heiðrað sum dagsins spælari hjá Føroyum.
Sigurin merkir, at Føroyar vinna bólk B við fullum stigatali, seks stig, og málúrtøkuni 92-38, sum er 54 mál í yvirskoti. Og hóast Belgia tapti síðsta dystin, vann liðið allíkavæl, tí í støðuni í bólki A endar Belgia framman fyri Estland og kemur eisini í hálvfinaluna.
Í morgin er hvíludagur og eingin dystur, men í hálvfinaluni leygardagin klokkan 16 skulu føroysku U19-kvinnurnar spæla ímóti Lettlandi, sum bleiv næstfremsta liðið í bólki B, og í hinari hálvfinaluni taka vertirnir úr Georgia, sum vunnu bólk B, ímóti Belgia úr okkara bólki.
Føroyar-Belgia 21-14 (9-7)
Tóra Eliasen 5
Maria Halsdóttir Weyhe 5
Siw Matras Larsen 4
Guðrið Poulsen 3
Kristina Poulsen 2
Rannvá Dahl Hanusson 1
Hanna H. Hansen 1