U19-landsliðið megnaði javnleik - U17-landsliðið tapti

Tað gekk misjavnt hjá føroysku ungdómslandsliðunum í dag

U19-landsliðið megnaði javnleik móti Norðurmakedonia (Mynd: FSF)

U19 og U17-landsliðið hjá monnum spældu í dag EM-undankappingardystir.

 

Føroyska U19-landsliðið megnaði ein flottan javnleik 0-0 móti favorittunum úr Norðurmakedonia. Dysturin var spældur í Escharen í Niðurlondum. 

 

Talan var um eitt gott verjuavrik. Skothagtølini søgdu 15-1 til Norðurmakedonia. 

 

Hini bæði liðini í undanbólki 5 eru Niðurlond og Moldova.

 

Leygardagin klokkan 11 spæla Føroyar móti Moldova. 

 

Føroyska U17-landsliðið tapti í Burton-upon-Trent 0-3 fyri vertstjóðini, Onglandi. Ongland var á odda 2-0 tá 19 minuttir vóru leiktir. Í yvirtíðini øktu onglendingar til 3-0.

 

Hini bæði liðini í bólki 1 eru Estland og Ísrael.

 

Leygarkvøldið klokkan 19 spæla Føroyar móti Estlandi. 

 

##med2##

 

U19-landsliðið megnaði javnleik móti Norðurmakedonia (Mynd: FSF)

U17-landsliðið tapti fyri Onglandi (Mynd: FSF)