U19-menn: Hesir skulu til HM í Kroatia

Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikarar til U19 HM-endaspælið í Kroatia

Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikarar til U19 HM-endaspælið í Kroatia. Kappingin verður leikt í Kroatia í tíðarskeiðnum 2. – 13. august. Innleiðandi bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Opatje.

 

Føroyar eru í bólki H saman við Svøríki, Iran og Burundi. Talan er um ein spennand bólk. Svøríki gjørdist nummar 2 í U18 EM-endaspælinum í fjør, har Føroyar gjørdist nummar 9. Liðini møttust í fyrsta dystinum í kappingini, har Svøríki vann 32-29. Iran gjørdist nummar 2 til asiatiska endaspælið, meðan Burundi gjørdist nummar 4 í afrikanska endaspælinum. Eftir innleiðandi umfarið verður Føroyar sett saman við bólk H, sum telur Týskland, Argentina, Saudi Arabia og USA.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Leivur Joensen, VÍF

 

Aleksandar Lacok, Neistin

 

Vinstri vengur:

 

Jákup Egholm, H71

 

Rói Seyer Hjaltason, H71

 

Sofus í Selvindi, StÍF

 

Høgri vengur:

 

Niklas Gaard, BSH

 

Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF

 

Strikur:

 

Tóki Fríðriksson, KÍF

 

Ísak Vedelsbøl, Neistin

 

Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF

 

Bakspælarar:

 

Óli Mittún, IK Sävehof

 

Rókur Ziskason, H71

 

Høgni Højsted, H71

 

Trúgvi Hávardsson, StÍF

 

Búi Djurhuus Poulsen, GGIF Grindsted

 

Tróndur Johnsson, VÍF

 

Málverjavenjari er Ári Dam, fysioterapeut er Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.