U20 EM: Føroyar vunnu triðja dystin á rað

Í dag vann U20 manslandsliðið fimmmálssigur á Kekkia

Føroyska U20 manslandsliðið hevur vunnið bólk K í niðara bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Slovenia við fullum stigatali.

 

Aftaná greiðar sigrar á Ísrael og Ukraina vunnu Føroyar í dag 33-28 á Kekkia í bólkafinaluni. Í steðginum vóru Føroyar á odda 17-12.

 

Føroyar vunnu bólkin við seks stigum. Kekkia hevur fýra stig. Ísrael og Ukraina hava einki stig. Tey spæla teirra dyst seinni í dag.

 

Føroyar skulu spæla hálvfinalu um rættin at spæla um 17. plássið. Dysturin verður móti antin Italia ella Sveis. 

 

Føroyar skoraðu upp á 33 av 47 málmøguleikum. Kekkia skoraði upp á 28 av 53 málmøguleikum.

 

Aleksandar Lacok stóð væl í føroyska málinum í dag, og hann hevði eitt bjargingarprosent upp á 36,11 prosent.

 

Føroyar-Kekkia 33-28 (17-12)

 

Málskjúttar: Óli Mittún 10/14, Høgni Heinason 4/4, Jákup Egholm 4/6, Óla Jákup Gaard Olsen 3/3, Trúgvi Hávardsson 2/2, Rókur Ziskason 2/3, Niklas D. Gaard 2/4, Tóki Fríðriksson 2/4, Rói S. Hjaltason 2/5, Búi Poulsen 1/1, Ísak Vedelsbøl 1/1. 

 

Bjargingar:  Aleksandar Lacok 13/36, Torstein Sivertsen 1/2.