U21 HM: Her er íslendski hópurin Føroyar møta 19. juni

Dysturin verður spældur í Katowice í Póllandi

Savnsmynd

18. til 29. juni verður U21 HM-endaspælið í manshondbólti leikt í Póllandi.

 

Føroyar eru í bólki F saman við Íslandi, Norðurmakedonia og Rumenia.

 

Íslendsku venjararnir, Einar Andri Einarsson og Halldór Jóhann Sigfússon hava tikið út íslendska hópin, ið Føroyar møta í Katowice hósdagin 19. juni klokkan 11.45. 

 

Mikudagin 18. juni klokkan 14 spæla Føroyar móti Norðurmakedonia, og leygardagin 21. juni klokkan 11.45 spæla okkara móti Rumenia. Allir dystirnir vera leiktir í Spodek-høllini í Katowice. 

 

Íslendski HM-hópurin:

 

Málverjar:

Ísak Steinsson, Drammen.

Breki Hrafn Árnason, Fram.

Útileikarar:

Andri Fannar Elísson , Haukar

Birkir Snær Steinsson, Haukar

Eiður Rafn Valsson, Fram.

Elís Þór Aðalsteinsson, ÍBV.

Elmar Erlingsson, HSG Nordhorn-Lingen.

Hans Jörgen Ólafsson, Stjarnan.

Haukur Ingi Hauksson, HK.

Hinrik Hugi Heiðarsson, Haukar.

Ívar Bessi Viðarsson, ÍBV.

Össur Haraldsson, Haukar.

Sigurður Páll Matthíasson, Víkingi.

Sigurður Snær Sigurjónsson, Haukar.

Skarphéðinn Ívar Einarsson, Haukar.

Þorvaldur Örn Þorvaldsson, Valur.

 

Kelda: handbolti.is

 

Savnsmynd