Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur valt at taka fimm U21 landsliðsleikarar, sum ikki eru í A-landsliðshópinum, við til Týskland.
Hesir eru Viljormur Davidsen, Rógvi S. Holm, Gilli Sørensen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Karl Løkin. Orsøkin til at Lars Olsen vil hava teir við er fyri at hyggja nærri at teimum.
- Hetta eru allir góðir leikarar, sum nú fáa ein møguleika at verða rundan um A-landsliðið, sigur Lars Olsen.
Fótbóltssambandið hevur í dag havt tíðindafund, nú landsliðið til dystin móti Týsklandi er úttikið. Umframt teir fimm, so eru seks leikarar úttiknir, sum hava aldur til U21 landsliðið.