U21-landsliðsspælari heim til HB

Betrideildin menn: HB hevur í dag gjørt sáttmála við U21-landsliðsmiðvallara

HB hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Heina Sørensen. Miðvallarin er upprunaliga úr HB, men hevur verið í ungdómsdeildunum í FC Midtjylland og síðani ein túr Thisted FC, har hann er skrásettur fyri 11 dystir í triðjbestu deildini í Danmark.

 

Heini Sørensen er miðvallari og hevur verið settur í samband við HB í eina tíð. HB hevur fyrr í dag fingið tilgongd av lettisku Reinis Reinholds, sum er málverji, og miðverjan Klavs Kremens.