Patrik Johannesen skiftir frá TB til AB. Tað boðar AB frá á heimasíðuni hjá felagnum í dag. Patrik Johannesen hevur verið millum evnaríku spælararnar hjá TB, men hevur nú valt at skifta til AB.
Patrik var í fjør millum drúgvastu spælararnar hjá TB. 20 ára gamli framrættaði miðvallarin spældi 26 dystir og skoraði seks mál. Hann hevur eisini vunnið sær pláss á U21 landsliðnum. Millum annað byrjaði hann inni móti Russlandi herfyri.
Stór útskifting hevur verið í AB síðani kappingarárið endaði. Umframt Patrik, so eru menn sum Gunnar Haraldsen, Høgni Midjord, Símun Samuelsen og Sandri Færø komnir til.