U21: Týskland vann seg í hálvfinaluna - Føroyar møta Danmark leygarmorgunin

Klokkan níggju leygarmorgunin spæla Føroyar niðaru hálvfinaluna móti Danmark í Berlin

Mynd: kicker.de

Tað verður "ríkisfundur" í Max Schmelling høllini í Berlin klokkan níggju leygarmorgunin. Tá skulu Føroyar og Danmark dystast um rættin at spæla um fimta plássið.

 

Týskland vann í kvøld í hálvfinaluni 31-26 á Danmark. Í steðginum var Týskland á odda 17-11. Danmark fótaði sær væl í seinna hálvleiki, men Týskland megnaði at halda munin.

 

Týskland spælir hálvfinalu móti Serbia leygardagin klokkan 14.30. Klokkan 17 spæla Ungarn og Ísland hálvfinalu. 

 

Í niðaru hálvfinalunum um rættin at spæla um fimta plássið møtast Føroyar og Danmark klokkan níggju, og Kroatia og Portugal møtast klokkan 11.30.

 

Týskland – Danmark 31-26 (17-11)

 

Týskland : Nils Lichtlein 7, Renars Uscins 5, Justus Fischer 5, Tim Freihöfer 5, Mathis Häseler 4, Niclas Heitkamp 2, Max Christoph Beneke 1, Christian Wilhelm 1, Niclas Heitkamp 1.

 

Danmark : Mads Svane Knudsen 5, Viktor Birch Nevers 5, Magnus Norlyk 4, Joachim Lyng Als 2, Lucas Lenler Garsdal 2, Thomas Sommer Arnoldsen 2, Hjalte Lykke 2, Julius Morch-Rasmussen 2, Frederik Sommer Arnoldsen 1, Patrick Boldsen 1.

 

Mynd: kicker.de