Spanski miðvallarin fekk í gjár sítt triðja gula kort í hesi Champions League kappingin, tá Real Madrid vann ikki minni enn 4-0 á Allianz Arena í Týsklandi móti Bayern Munchen.
Les eisini: Tað ber ikki til at endurvinna Champions League
Gula kortið merkir, at Xabi Alonso hevur leikbann til finaluna, sum verður í Portugal í mei mánaði.
- Reglugerðin er ikki rættvís, tí vit spæla 13 dystir og tað er skjótt at fáa trý gul kort. Tað má broytast, sigur Xabi Alonso, sum í 2005 vann Champions League við Liverpool.
Les eisini: Ronaldo yvirhálar Messi
Tað var seint í fyrra hálvleiki, við støðuni 3-0 til Real Madrid, at Xabi Alonso tveitti seg í eina takling og gjørdi fríspark. Dómarin, Pedro Proenca, valdi at geva Xabi Alonso gula kortið hóast tað sæst, at miðvallarin trekkir seg í taklingini.
Í kvøld verður avgjørt hvørjum Real Madrid skal spæla móti í finaluni, tá seinna hálvfinalan millum Chelsea og Atletico Madrid verður. Fyrri dysturin endaði við javnleiki 0-0.