UEFA revsar Serbia og seks onnur lond fyri rasismu

Serbia sleppur ikki at hava áskoðarar við sær til útidystin móti Danmark í Nations League

Mynd: Scanpix

Evropeiska fótbóltssambandið, UEFA hevur lukkutíð onga toleransu við rasistiskum atburði hjá áskoðarum og leikarum hjá teimum ymisku landsliðunum, og í kjalarvørrinum av júst lidna EM-endaspælinum í Týsklandi eru nakrar revsingar staðfestar og givnar.

 

Aganevndin hjá UEFA hevur samtykt, at sjey lond skulu hava bøtur og áskoðararevsingar. 

 

Talan er um Albania, Ungarn, Eysturríki, Slovenia, Rumenia, Kroatia og Serbia, sum vera revsaði fyri antin rasismu, diskriminering - ella báðum - framt undir einum ella fleiri dystum undir EM-endaspælinum í Týsklandi. 

 

Albania, Ungarn, Slovenia og Serbia hava øll fingið bøtur upp á 30.000 evrur (umleið 225.000 krónur). Eysturríki hevur fingið eina bót upp á 20.000 evrur (umleið 150.000 krónur).

 

Rumenia fær eina bót upp á 40.000 evrur (umleið 300.000 krónur). Serbia fær hægstu bótina, áljóðandi 50.000 evrur (umleið 375.000 krónur). 

 

Øll londini vera eisini revsaði á tann hátt, at tey mugu spæla ein dyst á útivølli uttan, at nakar av teirra áskoðarum kann vera til staðar til hendan dystin. 

 

Hjá Albania, Ungarn, Eysturríki og Slovenia er talan um treytaða revsing, meðan Rumenia, Kroatia og Serbia við vissu mugu spæla dystir uttan egnar áskoðar.

 

Sostatt má Serbia klára seg móti Danmark í Parkini í Keypmannahavn 8. september í dysti í Nations League uttan serbiskar áskoðarar. 

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix