Uffe úti við snørinum

Ude med snøren er heitið á bók um stuttleikafiskiskap eftir Uffe Ellemann-Jensen. Í bókini eru eisini upplivingar úr Føroyum

 

ÚTGÁVA

Forlagið Gyldendal hevur givið út bókina Ude med snøren eftir Uffe Ellemann-Jensen. Undirheitið á bókini er Fisk og mennesker jeg har mødt. Uffe Ellemann-Jensen skrivar á sínum vanliga sjarmerandi máta um upplivingar, hann hevur havt við fiskatráðuni í hondini.

Í fororðunum skrivar hann eitt nú: - Sum stuttleikafiskari lærir tú at liva við næstan at fáa tað, sum tú strembar eftir. Tað hevur verið ein góð fyrireiking til stóru fiskarnar, eg havi mist í mínum politiska lívi. Sum tá eg næstan gjørdist forsætismálaráðharri, og tá eg næstan gjørdist aðalskrivari í NATO, - nøkur mál eg strembaði eftir við nærum líka heitum kenslum sum tá ið eg royni at fáa ein eyrriða á krókin. . . Og so lærir tú náttúruna at kenna, at liva við henni á ein heilt serligan hátt. Eg havi í mínum politikaralívi og sum stuttleikafiskari kastað snøri út um allan heim, eg havi fingið fong, og eg havi upplivað vónbrot. Og eg havi møtt teim mest áhugaverdu fólkum og fiskum. Hetta havi eg hug at siga øðrum frá, sum dámar eins væl og eg at sita í einum góðum stóli og uppliva alt aftur í eini bók, sum fortelur um gávuna tað er at vera fiskari við lív og sál.

Uffe Ellemann-Jensen, sum er føddur í 1941, hevur verið ein eyðsýndur persónur í donskum og altjóða politikki í 25 ár. Uttanríkisráðharri í nærum 11 ár, formaður í Venstre í 14 ár, og forseti í European Liberal Party í seks ár. Áðrenn hann gjørdist politikari, var hann ein sjónligur politiskur tíðindamaður, bæði í sjónvarpi og sum blaðstjóri á Børsen. Nakrar atkvøður í Føroyum vantaðu í til at hann kundi gerast forsætismálaráðharri í 1998. Hann fór úr politikki, og situr nú í eini røð av donskum og útlendskum nevndum og stýrum. Enn sum áður ferðast hann um allan heim, helst við fistatráðuni í viðførinum.

Uffe Ellemann-Jensen hevur skrivað nógvar bøkur, serliga um búskap og politikk, og bókin Din egen dag er kort er mest selda bókin eftir ein politikara í Danmark í nógv ár. Ude med snøren er hansara fyrsta bók um stuttleikafiskiskap.

Bókin er 304 blaðsíður og kostar 279 krónur.