- Tað er greitt, at vit koma ikki at verja Ukraina við F-16 stríðsflogførum í heyst og í vetur.
Tað sigur ein talsmaður fyri ukrainska flogvápnið, Jurij Ihnat, við ukrainskt sjónvarp.
- Vit høvdu stórar væntanir um, at hesi stríðsflogfør kundu gerast ein partur av okkara loftverju og kundu verja okkum móti rakett-og dronuálopum úr Russlandi, sigur hann.
Talsmaðurin staðfestir, at soleiðis bleiv tað ikki, hóast Ukraina hevur lagt stórt trýst á sínar sameindu vestanfyri.
Sambært Jurij Ihnat er ein ávís framgongd kortini at síggja.
- Ukrainskir flogskiparar og teknikarar kunnu í "nærmastu framtíð" byrja at fáa upplæring í at brúka amerikanskt framleidd F-16 stríðsflogfør, sigur talsmaðurin.
Higartil hevur einki land játtað at lata Ukraina hesi flogfør, men tað er kent, at bæði Niðurlond, Belgia, Danmark og Noreg hava F-16 flogfør, sum londini kunnu lata frá sær.
Tað er norska kringvarpið NRK, sum endurgevur tíðindastovuna, NTB.