Ukraina boðar frá hørðum álopum

Ukraina boðar í dag frá ógvusligum russiskum bumbingum ímóti undirstøðukervinum í Kyiv. Samstundis sigur skrivstovan hjá økisguvernørinum í Mykolajiv, at 17 russisk Tupolev bumbuflogfør eru farin á flog.

 

Í Tjerkasy landspartinum boðaði guvernørskrivstovan frá, at tað er vandi fyri umfatandi russiskum rakettálopum seinni í dag, og mælt verður fólkinum at fara í verndarskýli, tá tey hoyra ávaringarlúrarnar.

Í Kyiv varð boðað frá spreinginum longu áðrenn loftávaringarlúrarnir hoyrdust.

/ritzau/Reuters