Ukraina hevur mist eitt F-16 stríðsflogfar

Tað var í juli, at Ukraina fekk tey fyrstu F-16 stríðsflogførini, og forseti landsins hevur sagt, at flogførini longu hava gjørt mun.

Eitt F-16 flogfar, sum ukrainska flogvápnið nýliga hevur fingið frá sínum sameindu í Nato, er dottið niður.

 

Tað sigur ukrainski herurin sambært tíðindastovuni, Reuters.

 

Í Ukraina verður váttað, at flogskiparin eisini læt lív í flogvanlukkuni.

 

Sum skilst, var tað eitt menniskjansligt mistak, sum var orsøkin til hendingina, sum sambært Ukraina ikki stóðst av russiskum álopi.

Tó verður sagt, at vanlukkan hendi undir einum hørðum russiskum álopi á Ukraina mánadagin.

 

Tað var í juli mánaði í ár, at Ukraina fekk tey fyrstu F-16 stríðsflogførini, og forseti landsins hevur sagt, at flogførini longu hava gjørt mun.