Ukraina hevur framvegis ræðið á kemikaliiverksmiðjuni í Azot í býnum Sjevjerodonetsk í eystara parti av Ukraina. Tað sigur guvernørurin í Luthansk-økinum, Serhij Hajdaj, í dag í ukranskum sjónvarpi.
Fleiri hundrað sivil fólk eru á verksmiðjuni, har tey royna at verja seg frá harða stríðnum í gøtunum uttan fyri verksmiðjuna.
– Azot er ikki blokeraður. Bardagar eru í gøtunum við síðuna av verksmiðjuni, sigur Hajdaj.
Hann leggur afturat, at hann væntar, at russiskar deildir fara at herða stríðið í royndini at taka Sjevjerodonetsk annaðhvørt í dag ella í morgin.
Umleið 800 fólk krógva seg í bunkarum undir Azot-verksmiðjuni sambært Ukraina. Tað snýr seg bæði um starvsfólk á verksmiðjuni og borgarar í býnum.
Hajdaj sigur í dag, at russiskar deildir hava tikið meginpartin av Sjevjerodonetsk, sum verður roknaður sum ein lyklabýur í stríðnum um Luhansk.
Men ukrainskar deildir hava framvegis valdið á einum ídnaðarøki og verksmiðjuni.
– Eingin kann siga, um og um so er hvussu nógv offur hava verið verið seinastu 24 tímarnar í Sjevjerodonetsk, har ógvusligir bardagar halda fram, sigur vuvernørurin á boðtænastuni Telegram í dag.
– Øll vilja sleppa burtur. Men higartil hevur tað ikki verið møguligt.
Russland hevur lopið á støðir í Sjevjerodonetsk í seinastuni.
Slagið um stategiskt týdningarmikla býin er vorðið til eitt av mest blóðugu í krígnum, sum hevur vart í fleiri enn tríggjar mánaðir.
Eitt umboð fyri prorussisku, sjálvútnevnda lýðveldi í Luhansk segði í gjár, at tað eru millum 300 og 400 ukrainskir hermenn á verkinum saman við teimum fleiri hundrað sivilu.
Tað hevur ikki verið møguligt hjá tíðindastovuni Reuters at fáa upplýsingarnar frá teimum báðum váttaðar frá øðrum síðum.
/ritzau/Reuters