Ukrainski herurin hevur í dag tikið bygdina, Storozjeve í Donetsk-fylkinum har eysturi í Ukraina, aftur frá russiska hervaldinum.
Tað upplýsir varaverjumálaráðharrin í Ukraina, Hanna Maljar, á Telegram í dag.
- Ukrainska flaggið kundi aftur vindast á stong yvir Storozjeve, sigur hon.
Varaverjumálaráðharrin leggur aftrat, at soleiðis verður tað, til Ukraina hevur tikið alt landaøki aftur, sum russar hava hertikið.
Hanna Maljar hevur eisini lagt út mynd á Telegram, sum vísir ukrainskar hermenn, sum hava vundið ukrainska flaggið á stong.
Bygdin, Storozjeve, liggur á markinum millum fylkini, Donetsk og Zaporizjzja.
Hetta er í sama øki, sum aðrar bygdir, sum Ukraina sigur seg hava tikið aftur frá russum í gjár og í dag.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.