Ukraina økir trýstið á Russland

- Eg fari ikki í smálutir við, hvørjum stigi vit eru í, men eg trúgvi, at russiski herurin merkir tað, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, váttar í dag, at ukrainski herurin nú hevur sett í verk mótálop á russisku herdeildirnar í landinum, eins og ukrainski herurin eisini fremur defensivar atgerðir, sum forsetin tekur til. 

 

- Eg fari ikki í smálutir við, hvørjum stigi vit eru í, men eg trúgvi, at russiski herurin merkir tað, sigur Volodymyr Zelenskyj við ukrainsku tíðindastovuna, Interfax.

 

Hann leggur aftrat, at tað er góður hugburður í ukrainsku herdeildunum.

 

Seinastu dagarnar hevur verið sagt frá hørðum bardøgum við hermótini, bæði har eysturi og suðuri í Ukraina. Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt, at ukrainski herurin er í gongd, og nú váttar eisini ukrainski forsetin, at "offensivurin" er í gongd.

 

Fyrrverandi norski generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug, vísir til úttailsini ukrainska forsetanum, og heldur fyri, at ukrainsku hernaðaratgerðirnar, sum vit fara at síggja í komandi tíð, helst fara at fevna yvir eina longri tíð.