Ukraina: Russland sprongdi Kakhovka-byrgingina

Ukraina heldur, at ein telefonsamrøða avdúkar, at tað var Russland, sum sprongdi byrgingina í Kherson.

Hetta er ein fylgisveinamynd hjá Maxar Technologies

Ukrainska trygdartænastan sigur, at tey hava í varðveitslu ljóð frá einari telefonsamrøðu, sum prógvar, at tað var russiski herurin, sum sprongdi Kakhovka-byrgingina.

 

Á boðtænastuni Telegram hevur trygdartænastan lagt út eitt brot á hálvan annan minutt úr samrøðuni, sum sipað verður til.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag, men her verður einki ítøkiligt sagt um, hvat tað er, sum verður sagt í telefonsamrøðuni.

 

Oyðileggingarnar í samband við, at byrgingin varð sprongd, eru ógvusligar, og hendngin hevur elvt til stóra vatnflóð í Kherson-regiónini har suðuri í Ukraina.

 

Avleiðingarnar eru eisini, at vatnstøðan uppi í Dnipro-ánni, har eitt nú stóra kjarnorkuverkið Zaporizjzja liggur, er lækkað. 

 

Størsta kjarnorkuverk í Evropa, sum Zaporizjzja verður rópt, fær eitt nú kølivatn úr Dnipro-ánni, men sum skilst, er hetta ikki ein trupulleiki í løtuni.

 

Fleiri túsund fólk eru flutt burtur úr Kherson-økinum, eftir at vatn floymdi yvir stór øki. Landaøkið, sum er rakt, er til støddar sum helvtin av Føroyum.

 

Russland hevur ikki viðgingið, at tað er herurin hjá teimum, sum sprongdi byrgingina. Teir halda uppá, at tað er Ukraina, sum syrgdi fyri hesum.

 

 

 

 

 

Hetta er ein fylgisveinamynd hjá Maxar Technologies