Ukraina visti um flutningin av krígsfangum

Russar vilja vera við, at ukrainska fregnartænastan fekk at vita um flutningin av krígsfangum 15 minuttir, áðrenn flogfarið kom inni í økið við Belgorod, har tað varð skotið niður.

Í Russlandi siga tey, at Ukraina visti um, at hernaðarflogfarið, sum eftir øllum at døma varð skotið niður í Belgorod-regiónini í gjár, hevði ukrainskar krígsfangar umborð.

 

Sambært Reuters vilja tey í Russlandi vera við, at ukrainska fregnartænastan fekk at vita um flutningin av ukrainsku krígsfangunum við russiska hernaðarflogfarinum.

 

Í Russlandi vilja myndugleikarnir nevniliga vera við, at tað vóru ukrainar, sum skutu flogfarið niður. Øll, sum vóru í flogfarinum, lótu lív - harímillum fleiri ukrainskir krígsfangar.

 

Sambært Reuters hevur Ukraina hvørki váttað ella avsanna, at ukrainskir krígsfangar vóru í flogfarinum, men landið hevur sagt, at hendingin verður kannað.

 

Russar vilja vera við, at ukrainska fregnartænastan fekk at vita um flutningin 15 minuttir, áðrenn flogfarið kom inni í økið við Belgorod, har tað eftir øllum at døma varð skotið niður.