Ukraina ynskir sær fleiri loftverjuskipanir til veturin

Í fjør vetur lógu miljónir av ukrainum í tíðarskeiðum við ongum hita og ongum vatni, tí Russland leyp á hesar veitingar.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, segði í kvøld, at landið ger alt fyri at tryggja sær fleiri loftverjuskipanir teir næstu mánaðirnar.

 

- Nú bíða vit eftir nøkrum avgerðum, sum okkara samstarvspartar skulu taka, segði forsetin í sínari afturvendandi kvøldtalu.

 

Hann fór tó ikki niður í smálutir, tá hann umrøddi hetta ynskið hjá Ukraina.

 

Volodymyr Zelenskyj segði, at landið noyðist at verja undirstøðukervið og fara í holt við endurbyggingararbeiðið skjótast gjørligt.

 

Ukrainskir myndugleikar hava ávarað um, at Russland helst fer at fremja fleiri loftálop á landsins orkukeldur, nú veturin nærkast.

 

Í fjør vetur lógu miljónir ukrainar í tíðarskeiðum við ongum hita og ongum vatni, tí Russland leyp á hesar veitingar.

 

Týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, heitti í hesi vikuni á sameindar um átøk, sum kunnu tryggja, at Ukraina ikki aftur verður rakt av einari røð av álopum.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.