Ukrainska verjan sigur í morgun, at býurin, Andriivka í Donetsk-regiónini, er tkin aftur frá russum.
Upplýsingarnir eru ikki váttaðir av óheftum keldum, men mangt bendir á, at russar eru rýmdir úr býnum.
Sambært ukrainsku verjuni mistu russar bæði útgerð og fólk, nú teir vórðu riknir burtur úr Andriivka.
Andriivka liggur sunnanfyri býin, Bakhmut, sum hevur verið nógv umrøddur í krígnum í Ukraina.
- Vit hava eisini havt partvísa framgongd í royndini at taka ein annan bý á leiðini, sigur ukrainska verjan.
Varaverjumálaráðharrin í Ukraina, Hanna Maliar, segði longu í gjár, at ukrainski herurin hevði tikið Andriivka aftur.
Men, hetta noyddist hon at taka aftur í seg og viðgekk, at bardagar framvegis vóru í býnum.
Í morgun sigur so ukrainska verjan, at russar nú eru riknir úr býnum, og at býurin aftur er undir ukrainskum valdi.