Ein russisk álopsdrona lá millum tomatir og agurkir.
Dronan var ikki brostin. Hon var bara lend í garðinum, uttan at nakar varnaðist tað.
Hon var tó framvegis vandamikil. Tí vórðu serfrøðingar kallaðir inn at gera hana óvrikna. Hesum boða myndugleikarnir frá sambært dpa.
Stórar torvur av russiskum dronum verða javnan sendir móti Ukraina sum liður í russiskum loftálopum. Ukrainska verjan hevur tó eitt móttiltak, sum kann sløkkja elektronikkin hjá dronunum.
Hetta merkir, at dronurnar ofta lenda í opnum landslag ella skógum uttan at gera nakran skaða. Hetta er helst orsøkin til, at umrødda drona kundi endað í kálgarðinum hjá einum borgara.
/Ritzau/