Nýggi herovastin í Ukraina, Oleksandr Syrskyj, hevur skift fleiri herleiðarar á frontinum út.
Tað boðar hann sjálvur frá umvegis facebook.
Hann sigur, at hann veit, hví summar herdeildir á frontinum megna at standa ímóti russiskum álopum, og hví summar deildir ikki megna tað.
- Tá ið herleiðarin ikki hevur tamarhald á støðuni, verði eg noyddur at skifta fólk, skrivar hann.
Syrskyj hevur eisini sent styrk til herdeildirnar á frontinum – meira fólk, lóður, akfør og annað. Hann hevur eisini sent serfrøðingar út at standa fyri undirvísing av summum herdeildum.