Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. Tað verður ikki, soleiðis sum støðan í Ukraina er nú, at krígsherjaða landið verður limur í verjusamgonguni, Nato.

Ukrainskur Nato-limaskapur er ikki á dagsskránni

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur fleiri ferðir sagt seg vilja stuðla Ukraina í at gerast limur.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. Tað verður ikki, soleiðis sum støðan í Ukraina er nú, at krígsherjaða landið verður limur í verjusamgonguni, Nato.

- At Ukraina verður limur í verjusamgonguni Nato mitt í einum kríggi, er ikki á dagsskránni.

Tað sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg sambært tíðindastovuni, Reuters.

Ukraina hevur mótvegis sínum sameindu lagt áherðslu á at fáa limaskap í ES og Nato.

Í september í fjør læt Ukraina í skundi inn eina umsókn um limaskap í verjusamgonguni.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur fleiri ferðir sagt seg vilja stuðla Ukraina í at gerast limur.

Sum skilst, er hetta ikki eitt mál, sum er á dagsskránni beint í løtuni, men liggur nakað frammi í tíðini.