Ullrich í rættin

Sveisiska súkklusambandið fyrireikar nú rættarmál móti týska Jan Ullrich, sum eisini er drigin upp í alsamt vaksandi dopin-gølurnar innan súkkluítróttin. Verður Ullrich dømdur, kann hann fáa bann, sum verður millum tvey ár og lívstíð. Ullrich hevur eina ferð áður verið dømdur fyri nýtslu av ólógligum evnum. Hetta tá hann eftir venjing varð testaður positivur fyri nýtslu av amfetamin.